STEVN 1 (30 Daga Endurnýggjan)

Um skeiðið

Verð við á einari andaligari, kolveltandi ferð í 30 dagar.

STEVN snýr seg um umbroyting og andaligan vøkstur. Tú verður við á einari 30 daga ferð har tú røktar títt dagliga, persónliga, andaliga og fysiska lív.

Fokusi er á alt menniskja (anda, sál og likam), effektivan lívstíl, at taka daglig, lítil stig frameftir. Vit leggja dent á at skipa lívið betri, at uppbyggja rutinu, seta okkum mál, arbeiða við okkara sinni og hugsunnarbygningum, byrja nýggjar, góðar vanar og at sleppa teimum sum niðurbróta og stagnera. 

Á STEVN leggja vit fyrst og fremst dent á andaliga partin, at røkta okkara samfelag við Gud, at byrja dagin andaliga, at uppbyggja eitt regluligt bønarlív, at lesa Bíbliuna effektivt, at skilja okkara identitet í Kristusi og at fáa meiri tamarhald yvir sinni og kenslum. Vit arbeiða uppá umstøður og økini í okkara lívið, forholdini, fyrigeving og taka stig til at liva sigrandi yvir myrkrinum og synd og at leggja av tað sum forðar okkara andaliga vøkstri.

Haraftrat verður dentur lagdur á sunnan lívstíl, svøvn, rørðslu, hydrering.  

Verð við á einari ferð sum kemur at kolvelta títt lív. 

Vís meir

Hvat kemur tú at læra

  • Bygg upp eitt áhaldandi, dagligt og sterkt bønarlív.
  • Liv í andaligari rutinu
  • Les Orð Guds effektivt. Lær teg at minnast Orð Guds og seta tað í praksis.
  • Liv kristna lívið sum eina ferð, málrætta og sigrandi, stig fyri stig.
  • Skil tín identitet og tína støðu í Kristusi og liv tín identitet
  • Arbeið upp títt heila menniskja (anda, sál og likam)
  • Sigra yvir synd og freisting
  • Slepp fortíðina og tað sum tyngir og stevn frammeftir.
  • Arbeið uppá forholdini í tínum lívið: styrk tíni forhold og fyrigev.
  • Kom út úr stagnatión.

Skeiðsinnihald

Innleiðing

  • Fyrsta innleiðing: Hvat er STEVN?
    05:31
  • Onnur Innleiðing: Hvussu virkar STEVN?
    00:00
  • Triðja Innleiðing: Hvussu fyrireiki eg meg uppá STEVN?
    00:00
  • Fjórða Innleiðing: Hvussu og hví brúka eina minnisbók á STEVN?
    05:56
  • Fimta Innleiðing: Tilreiðar?
    00:00

Týdningurin av Bøn í Kristna Lívinum

Hvat er grundleggjandi fyri at liva sigrandi?

Fráhaldni og Sigur Yvir Synd

Andaligu Stigini

Okkara forhold við menniskju

Kristna lívið og Royndir

Hvussu Lesi Eg Bíbliuna effektivt?

Tú kláraði tað!