Liv Lívið Effektivt
Um skeiðið
Liv Lívið Effektivt er ein simpul viðger av teimum amboðum sum hava havt stóran týdning fyri mítt persónliga lív: anda, sál og likam.
Við at fara ígjøgnum hettar programmi í tvær vikur fart tú innleiðslu í lívstílið og amboðum sum geva lívinum dygd og effektivitet.
Tú fert at læra at uppbyggja eina góða kvøld rutinu, har tú leggur upp til góðan náttarsvøvn og eina góða morgum rutinu, har tú røktar heila títt menniskja og leggur ein góðan grundvøll fyri dagin.
Á hesum programminum leggja vit serstakliga dent á amboð í samband við lestur, so sum at lesa effektivt, skjótlestur, hvussu vit læra tekstir og informatión uttanat, hvussu vit taka notatir, hvussu vit kunnu stytta informatión (heilar bøkur) niður í eina síðu, hvussu vit varveita informatión og detaljur og hvussu vit nýta eina mind-map.
Programmi er heilt greitt til tín sum vil stremba, sum vil byrja eitt hvørt, sum vil liva málbevíst, sum skal hava innlit í nógva informatión og halda fast uppá hana, verði tað seg vitan innan útbúgving ella bara ein kristin sum vil duga Bíbliuna væl.
Tú lærir um týdningin at seta sær mál og at skipa lívið og gerandisdagin.
Skeiðsinnihald
Innleiðing: Hví leggi eg hetta programmi út?
-
Fokus 1: Innleiðing
00:00