Skeiðsinnihald
Bíblian sum próvførðsla
Kunnu vit hava álit á, at Nýggja Testamenti er varðveitt frá fyrstu øldini og fram til í dag? Framløgan leggur dent á at vit, við søguligum próvførslum í veruleikanum kunnu spora fysiska tekstin líka niður 2. øld – sum er stutt tíð eftir, at hesi skriftir upprunaliga vóru skrivaðar. Harnæst vit vita, hvør skrivaði hesar tekstir í 1. øld, hettar grunda av ytri og innri ábendingum, sum vísa á at nevndu høvundarnir eru teir upprunaligu høvundarnar – lærisveinarnar og teir, sum vóru teimum nær, sum tryggjaði, at tekstirnir vóru álítandi og ikki savnaðar, tilvildarligar samanrenningar. Framløgan viðger eisini støðuna av nýtestamentligu kelduni áðrenn Nýggja Testamenti var skrivað. Tí millum lív og uppreisn Jesusar, til tíðin upprann, at tey kristnu fóru at festa kelduna á papyrus, varð evangeliums keldan varðveitt við neyvleika gjøgnum munnligan siðaarv og tamarhald. Á henda hátt varð boðskapurin um Jesu lív, deyða og uppreisn varðveittur, niðurskrivaður og útbreiddur. Hesar munnligu siðvenjur vóru tí ikki óskipaðar, men vórðu skipaðar soleiðis, at tær tryggjaðu neyvleika og varðveitslu. Hesi faktum vísa á, at Nýggja Testamenti er ein væl varðveitt kelda, ið hevur yvirlivað gjøgnum øldirnar.
0/1
Trúarverja: Er Bíblian Søguliga Álítandi?

Tann kristna trúgvin stendur ella fellur við uppreisn Jesusar.

Uppreisn Jesusar er ein tann mest týðandi hendingin í heimsøguni – og samstundis ein tann mest umstrídda. Í nútíðar akademiskum høpi verður sovorin hending, rokna sum bæði óvísindalig og ómøgulig. Hettar tí at akademisk hugsan er djúpt rótfest í natúralismu og frammanundan avvísir tað yvirnáttúrliga. 

Søguliga grundarlagið fyri uppreisnini er tó alt annað enn veikt, kemur hettar eisini til sjóndar, tá vit venda okkum til søguligar, bíbilskar og logiskar ábendingar.

Framløgan viðger Bíbliu tekstin, men tekur okkum eisini gjøgnum søguligu og logisku ábendingarnar viðvíkjandi Uppreisn Jesusar.