Um skeiðið
Er Bíblian veruliga søguliga álítandi? Eitt spennandi skeið í søguligari trúarverju um Bíbliuna.
Hetta skeiðið gevur tær innlit í: hví vit kunnu líta á Bíbliuna, eisini sum eitt søguligt skjal, og programmi er býtt upp í trý týdningarmikil evnir:
- Er Bíblian varðveitt? – Kunnu vit hava álit á, at teksturin, sum vit lesa í dag, er trúfastur móti upprunatekstunum og vita vit hvør skrivaði upprunatekstin og hvussu?
- Er Jesus søguligur? – Hvat sigur søgan, og hvørjar ábendingar hava vit fyri, at Jesus veruliga livdi og hvat Hann gjørdi?
- Reisti Jesus upp frá deyðum? – Er uppreisnin ein søguligur veruleiki, og hvørjar eru søguligu og logisku ábendingarnar fyri hendingini?
Kom og fá íblástur og styrk títt álit á Bíbliuna við hesi ferðini gjøgnum søguliga trúarverju!