Skeiðsinnihald
Bíblian sum próvførðsla
Kunnu vit hava álit á, at Nýggja Testamenti er varðveitt frá fyrstu øldini og fram til í dag? Framløgan leggur dent á at vit, við søguligum próvførslum í veruleikanum kunnu spora fysiska tekstin líka niður 2. øld – sum er stutt tíð eftir, at hesi skriftir upprunaliga vóru skrivaðar. Harnæst vit vita, hvør skrivaði hesar tekstir í 1. øld, hettar grunda av ytri og innri ábendingum, sum vísa á at nevndu høvundarnir eru teir upprunaligu høvundarnar – lærisveinarnar og teir, sum vóru teimum nær, sum tryggjaði, at tekstirnir vóru álítandi og ikki savnaðar, tilvildarligar samanrenningar. Framløgan viðger eisini støðuna av nýtestamentligu kelduni áðrenn Nýggja Testamenti var skrivað. Tí millum lív og uppreisn Jesusar, til tíðin upprann, at tey kristnu fóru at festa kelduna á papyrus, varð evangeliums keldan varðveitt við neyvleika gjøgnum munnligan siðaarv og tamarhald. Á henda hátt varð boðskapurin um Jesu lív, deyða og uppreisn varðveittur, niðurskrivaður og útbreiddur. Hesar munnligu siðvenjur vóru tí ikki óskipaðar, men vórðu skipaðar soleiðis, at tær tryggjaðu neyvleika og varðveitslu. Hesi faktum vísa á, at Nýggja Testamenti er ein væl varðveitt kelda, ið hevur yvirlivað gjøgnum øldirnar.
0/1
Trúarverja: Er Bíblian Søguliga Álítandi?

Jesus Kristus er ikki ein myta, ein uppspunnin persónur ella bert ein trúarfigur – Jesus var ein søguligur persónur, sum livdi í 1. øld.

Søguligar ábendingar, bæði úr Bíbliuni og frá ókristnum keldum, staðfesta, at vit onga orsøk hava at ivast um veruleikan av lívi hansara, læru hansara og teimum hendingum, ið umgyrdu hann. Bíblian gevur okkum eina trúverdiga og væl varðveitta frásøgn.

Eftirfylgjarar hansara ynsktu ikki bert at varðveita søguna hansara, men høvdu eisini førleikan til tess. Framløgan varpar tí eisini ljós á eitt jødiskt samfelag í fyrsta árhundra, har lærusveinar og rabbinar mentust við at varðveita orðleiðslu við neyvleika, bæði munnliga og í skrift. Hesin leistur kemur eisini til sjóndar í kristna umhvørvinum. 

Í dagsins samfelagi er Nýggja Testamenti undir stórum álopi. Nútíðar gransking byggir vanliga á natúralistiska sjónarmiðið, sum frammanundan útilokar tað yvirnáttúrliga. Hetta merkir, at undur og profetisk uppfylling verða avvíst, ikki tí søguligu prógvini ikki halda, men tí at motiveraðir søgufrøðingar hava tørv á at verja eina natúrulistiska heimsmynd.

Hóast hettar, so hevur Nýggja Testamenti staði fast – trúfast, væl varðveitt og støðugt ígjøgnum øldirnar.

Í hesi framløguni viðgera vit tann Søguliga Jesus, hvussu prógvini stuðla Bíbliunnar mynd av Jesusi, og hvussu Bíbliu myndin av Jesusi hevur hildi og heldur.