Trúarverja: Er Bíblian Søguliga Álítandi?

Ikki bólkað

Um skeiðið

Er Bíblian veruliga søguliga álítandi? Eitt spennandi skeið í søguligari trúarverju um Bíbliuna.

Hetta skeiðið gevur tær innlit í: hví vit kunnu líta á Bíbliuna, eisini sum eitt søguligt skjal, og programmi er býtt upp í trý týdningarmikil evnir:

  1. Er Bíblian varðveitt? – Kunnu vit hava álit á, at teksturin, sum vit lesa í dag, er trúfastur móti upprunatekstunum og vita vit hvør skrivaði upprunatekstin og hvussu?
  2. Er Jesus søguligur? – Hvat sigur søgan, og hvørjar ábendingar hava vit fyri, at Jesus veruliga livdi og hvat Hann gjørdi?
  3. Reisti Jesus upp frá deyðum? – Er uppreisnin ein søguligur veruleiki, og hvørjar eru søguligu og logisku ábendingarnar fyri hendingini?

Kom og fá íblástur og styrk títt álit á Bíbliuna við hesi ferðini gjøgnum søguliga trúarverju!

Vís meir

Skeiðsinnihald

Bíblian sum próvførðsla
Kunnu vit hava álit á, at Nýggja Testamenti er varðveitt frá fyrstu øldini og fram til í dag? Framløgan leggur dent á at vit, við søguligum próvførslum í veruleikanum kunnu spora fysiska tekstin líka niður 2. øld – sum er stutt tíð eftir, at hesi skriftir upprunaliga vóru skrivaðar. Harnæst vit vita, hvør skrivaði hesar tekstir í 1. øld, hettar grunda av ytri og innri ábendingum, sum vísa á at nevndu høvundarnir eru teir upprunaligu høvundarnar – lærisveinarnar og teir, sum vóru teimum nær, sum tryggjaði, at tekstirnir vóru álítandi og ikki savnaðar, tilvildarligar samanrenningar. Framløgan viðger eisini støðuna av nýtestamentligu kelduni áðrenn Nýggja Testamenti var skrivað. Tí millum lív og uppreisn Jesusar, til tíðin upprann, at tey kristnu fóru at festa kelduna á papyrus, varð evangeliums keldan varðveitt við neyvleika gjøgnum munnligan siðaarv og tamarhald. Á henda hátt varð boðskapurin um Jesu lív, deyða og uppreisn varðveittur, niðurskrivaður og útbreiddur. Hesar munnligu siðvenjur vóru tí ikki óskipaðar, men vórðu skipaðar soleiðis, at tær tryggjaðu neyvleika og varðveitslu. Hesi faktum vísa á, at Nýggja Testamenti er ein væl varðveitt kelda, ið hevur yvirlivað gjøgnum øldirnar.