Eitt lív í veruligum frælsi: Flyt títt fokusi frá øllum øðrum á Kristus

Eg kom fram á hesa myndina niðanfyri í dag, og lat meg siga tað soleiðis, at myndin rakti. Mong trúgvandi finna seg sjálvi í hesi støðuni.

Men sannleikin er hesin: Eingin noyðir okkum at verða verandi í hesi støðuni, og spurningurin er um nakar av okkum er í hesi støðuni, í hvussu er ikki í Kristusi!

Men tá ið vit ikki fata og taka til okkum okkara identitet, støðu, og autoritet í Kristusi, skapa vit ofta eina mynd í okkara sinni av eini støðu, sum Kristus longu hevur bjargað okkum frá (eins og myndin niðanfyri lýsir metaforiskt). Hetta førir til, at vit leggja meira dent á myrkrið enn á Kristus sjálvan og vit liva ikki okkara støðu í Kristusi, men okkara fokus.

Avleiðingin er, at vit tulka lívið og okkara umstøður gjøgnum hetta skeiklaða sjónarhornið – vit dvølja í tí myrkri, sum Jesus longu hevur tikið okkum út úr. Sjónarhornið gerst so spakuliga okkara veruliga, dagliga trúarlív: tað, sum veruliga fyllir okkara hugsanir, kenslur og avgerðir, og við tíðini kann hetta føra til, at vit stagnera andaliga.

Spurningurin, vit eiga at seta okkum sjálvi, er: Hvar er mítt fokus? Er fokusi á lívið her, á dagligar avbjóðingar, holdið, fortíð, mistøk ella myrkrið rundan um meg – ella er fokusi á Kristus? Tað er vert at seta eina løtu av og grunda og rannsaka seg.

Henda sjálvrannsakan er tað, sum Bíblian kallar Kunnskapur.

Trý grundleggjandi amboð í tí kristna lívinum (um eg kann nýta orðið “amboð”), sum í Kristusi leiða til sum aktivera okkara andaliga fokus og leiða til frælsi, framgongd, vøkstur og andaligan sigur, eru:

  • Eitt regluligt og livandi bønarlív
  • Bíbliulestur og grunda
  • Andalig vitan og kunnskapur

Tá hesi amboð verða aktiverað í tínum persónliga og dagliga lívi, bera tey við sær broyting og sigur í Kristusi.

Skriva eina viðmerking