Verð við á einari andaligari, kolveltandi ferð í 30 dagar.
STEVN snýr seg um umbroyting og andaligan vøkstur. Tú verður við á einari 30 daga ferð har tú røktar títt dagliga, persónliga, andaliga og fysiska lív.
Fokusi er á alt menniskja (anda, sál og likam), effektivan lívstíl, at taka daglig, lítil stig frameftir. Vit leggja dent á at skipa lívið betri, at uppbyggja rutinu, seta okkum mál, arbeiða við okkara sinni og hugsunnarbygningum, byrja nýggjar, góðar vanar og at sleppa teimum sum niðurbróta og stagnera.
Á STEVN leggja vit fyrst og fremst dent á andaliga partin, at røkta okkara samfelag við Gud, at byrja dagin andaliga, at uppbyggja eitt regluligt bønarlív, at lesa Bíbliuna effektivt, at skilja okkara identitet í Kristusi og at fáa meiri tamarhald yvir sinni og kenslum. Vit arbeiða uppá umstøður og økini í okkara lívið, forholdini, fyrigeving og taka stig til at liva sigrandi yvir myrkrinum og synd og at leggja av tað sum forðar okkara andaliga vøkstri.
Haraftrat verður dentur lagdur á sunnan lívstíl, svøvn, rørðslu, hydrering.
Verð við á einari ferð sum kemur at kolvelta títt lív.