Hvat lærir Orð Guds um Bøn: Kann eg Biðja Avrikandi?

Hvat er bøn, hvussu kann eg biðja við kraft so at bønarlívið avrikar?

Bíblian lýsir ómetaliga ymiskar upplivingar og vinklar av bøn! Í tí einfaldu myndini er Gud ein góður Gud, sum hoyrir okkara bønir og gevur øllum gjarna:

Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin” (Jákup 1: 5)!

Men í tí stóru heildini kemur ein leistur til sjóndar. Bøn í Orðið Guds fevnir um nógv meira enn bara orð, bøn er knýtt at okkara samfelagið við Gud, okkara álit á Gud, okkara tráan eftir Gudi, okkara lívið við Gudi og vilja Guds. Bøn og lív hins kristna (bæði røktanin av okkara samfelag við Gud og kristna lívið í praksis) kunnu tí ikki skiljast sundur, hesi eru øll samanhengandi.

Bøn er ein yvirnátturlig ávirkan av Heilaga Andans verki í mær, sum knýtir meg til Faðirin.

Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: “Abba! Faðir!“” (Gal.4: 6)

Andans verk í okkum, sum knýtir okkum til Faðirin, ber ikki eina ávøkst í okkum, men virkar líkaleiðis í okkum at vit biðja og hava samfelag við Faðirin.

Hesi trý: samfelag, ávøkstur og bøn eru trý-eindin í kristna lívinum. Hesi missa teirra førleika um tað eina tørvar, um tey ikki er knýtt at hvørjum øðrum.

Jesus sigur:

Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað! Í tí verður Faðir Mín dýrmætur, at tit bera nógvan ávøkst og verða lærisveinar Mínir…Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.” (Joh. 15: 7-8, 16)

So, hvussu sær bøn í kristna lívinum út, hvat fevnir bøn um?

Bøn og Týdningurin at Trúgva

Trúgv er simpult álit á Gud! Trúgvin uppstendur ikki av vitan og sinnisligari venjing, men av í tí verki sum Harran Jesus við Heilaga Anda Guds virkar í okkum. Tó so, má samfelag okkara við Gud og trúgvin røktast dagliga.

Jesus myndar samfelagið og bønarlívið við eina familjumáltíð, har børnini sum sita við borði hava tað innarliga samfelagið og vissu á foreldri at tey fara at eta. Her líknar Jesus bøn og bønarsvar við tí sum foreldrini borðreiða við. Bøn kann tí líknast við samfelagið heima umhvørvið.

Eins og barni ikki væntar sær ein stein tá tað biður um breyð, so veit tann kristni at himmalski Faðirin borðreiðir tí besta.

“Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp! Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp. Ella hvør er tann maður tykkara millum, sum gevur syni sínum stein, táið hann biður hann um breyð, ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk! Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!” (Matt.7: 7 – 11).

Trúgv kann tí samanberast við barnsliga álitið sum nátturliga væntar, líkaleiðis livir andaliga barni í væntan og hvílur í lyftum Guds:

Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!” (Matteus 7: 7)

“…og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum.

Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað” (Joh.14: 13-14)

Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin (Jákup 1: 5)

Bøn er tí at biðja vitandi og væntandi. Eins og nátturliga barni nátturliga væntar av sínum jørðisku foreldrum, so væntar andaliga barni yvirnátturliga av sínum himmalska Faðir.

Bøn sum avrikar er tí sermerkt av hesi væntan: trúgv:

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann” (Hebr.11: 6)

Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí tann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastað av vindinum. Ikki má tað menniskja hugsa, at tað skal fáa nakað frá Harranum” (Jákup 1: 6-7)

Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um” (1 Jóh.5: 15)

xr:d:DAFfOo-Hb4o:157,j:45771557679,t:23042409

Týdningurin at Biðja Takkandi

Tað er trúgvin á Gud sum samstundis birtir í okkum eina andaliga kenslu av tøkk. Hendan takkargerð fevnir forbí hugburðin at biðja, og síðani bíða og senda eina tøkk upp um bønin verður svara ella ikki. Heldur, er andalig tøkk at takka fyribyrgjandi eins og vit biðja fyribyrgjandi, tann trúgvandi takkar, áðrenn avrikan, vitandi at Gud, longur hevur hoyrt, hoyrir og lønir teimum sum søkja Hann.

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!” (Filippibrævi 4: 6)

Verið áhaldandi í bønini, vakið í henni og takkið!” (Kol.4: 2)

Biðið uttan íhald! Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!” (1 Tess.5: 17-18)

Í mínum lívið havi eg gjørt tað til regul um morgunin, tá eg biðja, ikki eina at biðja og vænta, men uppá forhond at takka fyri guddómliga inngrípan, harvið knýti eg sinni mítt til avriki.

Bøn og Týdningurin av Heilaggering

Bøn er líkaleiðis knýtt at okkara andaliga lívið, dagliga hugburði og lívstíli. Lív og bøn kunnu ikki skiljast og lívstílur ávirkar kraftina í mínum bønarlívið, eins og bøn ávirkar mítt lív.

Ein segði tað soleiðis rættuliga beinraki: “Tann sum syndar gevast at biðja, tann sum biður gevst at synda”. Tað skal sigast at Orð Guds týðiliga minnir okkum at vit ikki gerast syndafríð so leingi vit liva í holdi okkara. Tó, sitati leggur upp til tað faktum, at bøn og lív ávirka hvørt annað.

Og hvat vit so biðja um, fáa vit frá Honum, tí vit halda boð Hansara og gera tað, sum Honum toknast” (1 Jóh.3: 22)

Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft” (Jákup 5: 16)

Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!

Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt (1 Pæt.3: 7, 12)

Bøn og Týdningurin av fyrigeving

Okkara heilaggering fevnir eisini um okkara persónligu broyting, at vit umbroytast í anda sinnis okkara so vit kunnu royna hvat vilji Guds er (Róm.12: 2-3). Eitt nú, hevur hugburður og okkara forhold við menniskju, eisini ávirkan á kraftina í okkara bønarlívið. Hatur, tørvurin á at fyrigeva, ella at hava eitt hvørt móti einum øðrum, kann tí forða at mínar bønir avrika:

Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so! Men táið tit standa og biðja, tá fyrigevið, um tit hava nakað ímóti onkrum, fyri at eisini Faðir tykkara, sum í Himli er, kann fyrigeva tykkum misbrot tykkara!

Men fyrigeva tit ikki, skal Faðir tykkara, sum í Himli er, heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara” (Mark 11: 24-26)

Bøn og týdningurin av vilja Guds

Tó, óansæð trúgv (kraftar bøn) og heilaggering (at biða í rættvísi), so er tað vilji Guds sum í seinasta enda far sín vilja. Vilji Guds verður tó forbundin við trúgv. Tá vit hava samfelag við Gud og liva í vilja Guds, biðja vit eisini í vilja Guds og tað eru bønirnar sum vit biðja í vilja Guds, sum vit vita avrika.

Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum” (1 Jóh.5: 14).

Eftirfylgjandi knýtir trúgvin seg at vilja Guds:

Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um” (1 Jóh.5: 15).

Her ræður eisini um andaliga hugburðin at boyggja seg fyri vilja Guds. At boyggja seg fyri vilja Guds er líkaleiðis trúgv. Tiltíðir vil Gud tað sum vit ikki høvdu í væntu, ella vildu og tá ræður um at boyggja seg, vitandi at mítt lív hoyrir Honum til, mítt lív er Hansara ferð. Gud hevur tamarhaldi og Gud virkar út frá sínum ætlanunum, heldur enn mínum.

Besta dømi er hendingin í Dánielsbók, tá teir tríggir vinir Dániels mugu velja millum at dýrka avgudin hjá Nebokadnezar ella Gud eina, vitandi at avleiðingin av at lýða Gud í hesum føri, er eldsovnurin.

Teir svara tó konginum soleiðis:

Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum; úr hinum brennandi eldsovni og av hond tíni skal Hann frelsa, kongurin!

Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!” (Dán.3: 17-18)

Teksturin lýsir eitt satt yvirgivi sinni. Teir trúgva at Gud er, at Gud hevur førleikan at grípa inn og at Gud fer at grípa inn. Hettar er Hebrearabrævið 11: 6:

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann“.

Og tó um himmalin í hesum føri skuldi verði tigandi, so velja teir kortini at verða Gudi lýdnir.

Tá vit viðgera bøn, og sanna, og taka til okkum djúpa sannleikan, at bøn avrikar, er tað einsbetýðandi við at lív og tilvera, líkaleiðis mítt lív, fyrst og fremst snúgva seg um Gud, eg livið mítt lív fyri Gud og mítt lív er Hansara. Høvuðsendamálið handan mínum bønarlívið, sum broytir mínar umstøður og gleðir meg, er at geva Gudi dýrd. Tað gevur Gudi dýrd tá bøn mín verður svara, tað gevur eisini Gudi dýrd tá eg til endan, móti allari mótgongd standi eftir at hava vunni sigur yvir øllum óansæð mótgongd.

Bøn er tí úrsliti, av tí samfelagið sum Jesus og verk Hansara saman við verki Anda Guds birta í mær. Andin virkar í okkum samfelag, ávøkst og bøn. Samfelagið við Gud virkar í okkum barnsliga trúgv og álit sum knýtt við ávøksti Andans í mær, biður í vilja Guds, væntandi, fyri at Gud skal eiga alla dýrd.

Hettar er bíbilsk bøn í einari nøtarskal.

Viðmerk

Skriva eina viðmerking