Um Stevn

STEVN heimasíðan er eitt álinju samfelag við ymiskum programmum, tilfarið, beinleiðis sendingum, bólkum, álinju bønartiltøkum, møguleikum fyri persónligari vegleiðing, life coaching og práti, alt ætla at styrkja, vegleiða, eggja og tilbúgva eftirfylgjarar Jesusar á andaligu lívsleiðini.

Dentur verður lagdur á hvør tú ert í Kristusi, hvussu tú sært teg sjálvan og upplivir teg sjálvan í Kristusi og hvussu tú síðani upplivir heimin og umstøðurnar út frá Kristusi.

Á STEVN leggja vit dent á røkta samfelagið við Gud og at røkta andaliga lívið, at uppbyggja andaliga rutinu og eitt áhaldandi bønarlív, at lesa Bíbliuna effektivt, málbevíst og áhaldandi fyri at minnast og praktisera, at endurnýggja sinni, at sleppa fortíðini, sleppa tí sum stagnerar og ávirkanini av synd, at røkta okkara forhold, at fyrigeva og stevna frammeftir.

Aftrat hesum leggja vit áherðslu at røkta alt menniskja, anda, sál og likam. Sinnisligt fokus, effektivur lívstílur og hent lívsamboð so sum dagligur disciplinur, lesiteknikkur, uttanatlæra, setan av málum, fysisk rørðsla, kostur og annað verða líkaleiðis tikin við.

STEVN programmini og onnur líknandi programmir eru øll ætla at veita tær amboðini og vegleiðingina. Flestu programmini eru ætla at verða málbevíst, praktisk og stigtakandi.

Ver vælkomin á STEVN, vælkomin at gerast partur av einum andaligum samfelagið, vælkomin at fara gjøgnum STEVN ferðina, at fara gjøgnum programmini og at samskifta.

Høgni Johannesen

Sum tannáringur fjeppaðist eg í dreingjabandalívinum í Havn – ótti, harðskapur, vandalisma og áhugin í tí okkulta fylti lívið og sinni mítt var ómetaliga forderva. Eg kendi meg ongantíð tryggan og gekk javnan við fleiri knívum í lummanum og vápnum í skúlataskuni. Longu sum 15 ára gamal var tað mítt ynski at trína longur, nógv longur inn í harðskap og tann kriminella heimin og taka mína framtíð í tann rættningin.

Í 1987 broyttist alt. Á eini ungdómslegu á Zarepta, sum 15 ára gamal, vendi eg við, fekk frið við Gud og gjørdist ein eftirfylgjari Jesusar.

Stigi at gerast kristin og verða endurføddur, er størsta stig og uppliving í mínum lívi nakrantíð, alt sum eg eri hvílir á tí. 

Tó hevur einki upptiki meg so nógv sum eftirfylgjandi tilgongdin, tey næstu stigini, tað verk, sum Harrin Jesus við Anda Guds síðani og áhaldandi virkar í lívinum líka til endan. 

Sum Paulus leggur áherðslu á: “Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum” (Kol.2: 6)

Eftir andaligu upplivingina á Zarepta, virkaði Harrin í mær næstu árini at halga lív mítt til trúboðanvirksemi, har eg eftir FHS fór á bíbliuskúla og næm mær trúboðaravenjing og gudfrøðiliga útbúgving. Hesi árini sendi Harrin meg til Pakistan og India, og búleikaðust vit sum familja eisini 9 ár í Bretlandi í trúboðara tænastu við OM. Seinni vendu vit aftur til Føroyar i áhaldandi tænastu.

Denturin hesi árini hevur serstakliga veri á trúarverju og lærisveinaskap.  

Hvat brenni eg fyri? At eftirfylgjarir Jesusar lyfta andaliga lív teirra á eitt hægri støði, røkta teirra andaliga og persónliga lív, og soleiðis renna skeiði sigrandi, so at Kristus kann gerast sjónskur í øllum okkara lívsøkjum og vit skarða frammúr fyri draga onnur við okkum.

Tí STEVN! 

“Men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi” (Filippibrævi 3: 14).

“Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri! Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú vart kallaður til…” (1 Tim.6: 11-12).

Shamila Johannesen

Hey, eg eri Shamila. Eg eri sjúkrarøktarfrøðingur og útbúgvin, viðurkend ‘Covenant Life Coach’ (Lívs Venjari), við brennandi ynskinum um at síggja kvinnur í øllum aldri mennast á lívsferðini.

Eg trúgvi Jesus leið krossdeyðan, so at vit kunnu njóta lívið (í Honum) til fulnar (Jóh.10:10), soleiðis at Gud verður dýrdargjørdur og fyri draga onnur menniskju til Hann.

Kristna lívið er ein tilgongd har Gud fyrst og fremst endurnýggjar anda sinnis okkara (Róm 12: 2).

Endamálið við kristnari life coaching (lívsvenjing) er at stuðla hasi tilgongdini, har vit leggja av tær hugsanir sum forða andaligum vøkstri og endurnýggjanina av okkara sinni. 

Tað er í hasi tilgongdini vit læra at hugsa klárt, at skilja okkara frælsi í Kristusi, ímeðan vit slíta okkum frá tí persónliga ótta og mótfalni sum ger tað ógjørligt at náa okkara málum. 

Sum sjúkrarøktarfrøðingur og life coach liggur mær á hjarta, eitt nú at hjálpa og vegleiða kvinnum í eitt nú stofskiftinum, føðslu og heilsu, hvussu vit kunnu blóma í teimum ymisku árstíðunum í lívi okkara. Harnæst brenni eg fyri at stuðla vaksnum og ungum at viðgera angist og ótta.

Sum life coach siti eg við klientum, antin ein til ein, ella í bólkum. Størsta uppliving er at síggja gjøgnumbrot lívinum hjá klientum. 

Vælkomin at seta tykkum í samband við meg viðvíkandi meiri upplýsing um life coaching og bílegging av ein til ein samtalum. 

Leinkja til heimasíðu:

https://guidedbyshamila.com/?fbclid=IwY2xjawHzKuxleHRuA2FlbQIxMAABHSFCzfC1_B_OEWznIOtiKEg1XOXfNXyjH1G5PypajV99rZOEfl19VGm8iQ_aem_1nvw_2C-gcCLWNLhcTsndQ