Undan-STEVN hevur til endamáls at leggja lunnarnar undir STEVN.
STEVN er ikki eitt skeið, men ein praktisk, stig fyri stig, andalig og persónlig ferð fevnandi yvir 30 dagar, har vit røkta okkara andaliga og persónliga lív.
Á Undan-STEVN fyrireikar tú teg uppá STEVN ferðina og byrjar ferðina áðrenn STEVN er byrja.
Endamálið við STEVN er andaligur og persónligur vøkstur, har Heilagi Andin er drívmeðin, meðan andaligi vøksturin er úrsliti. Tann veruliga slagkraftin sum kemur at kolvelta alt títt lív, byrjar við tær og ávirkar síðani títt umhvørvi og umstøður.
Men vøkstur er persónligur, stig fyri stig og ein má tí seta sær fyri og geva sær far um at verða við áhaldandi og dagliga.
Á Undan-STEVN leggja vit dent á at byrja í smáum, at kasta okkum út í andaliga og persónliga rutinu í 14 dagar, byrja regluligar og fastar bønarløtur, uppbyggja persónligan disciplin og áhaldni, og bróta frá gomlum vanum meðan vit programmera nýggjar.
Meðan STEVN koyrir í bólkum, kann ein og hvør, sjálvur, byrja og útina Undan-STEVN tá ein hevur hug og við egnu ferð.